NOÐRIÐ – TÍÐARINNAR RANNSÓKNARSTOVA - HVØNN TÝDNING HAVA EVROPEISKAR ÍMYNDIR AV FØROYUM...

39
Sámal Soll Ring boð – Stuttsøga 1 TÍÐARRITIÐ VARÐIN BIND LXXXI HEFTI 1 2014

Transcript of NOÐRIÐ – TÍÐARINNAR RANNSÓKNARSTOVA - HVØNN TÝDNING HAVA EVROPEISKAR ÍMYNDIR AV FØROYUM...

Sámal Soll Ring boð – Stuttsøga 1

TÍÐARRITIÐ

VARÐIN BIND LXXXI

HEFTI 1

2014

FELAGIÐ VARÐIN, box 1073, FO-110 TórshavnNevnd Varðans: Zakarias Wang, Poul Andreasen og Óli JacobsenRitstjóri: Agnar ArtúvertinTilfar til Varðan verður sent til ritstjóran: [email protected]: Harriet Poulsen Umbróting og layout: EksilPrent: FøroyaprentISBN: 978-99972-52-00-5

INNIHALD

DAVID BURLYUKK & MONICA MODY - YRKINGAR 4

SÁMAL SOLL - RING BOÐ – STUTTSØGA 6

KIM SIMONSEN NORÐIÐ – TÍÐARINNAR

RANNSÓKNARSTOVA. FRØÐIGREIN 17

LARISSA SJMEILO – YRKING 41

AGNAR ARTÚVERTIN – UM TAÐ NÝGGJA

SIERRA LEONE. GREIN 42

AGNAR ARTÚVERTIN – YRKING 48

ALFRED STARR HAMILTON & NURDURAN DUMAN

YRKINGAR 50

JOHN ÍSHEIM – YRKINGAR 52

LJUBOMIR LEVKJEV – YRKINGAR 56

ADISA BAŠIÇ OG T.A. NOONAN – YRKINGAR 58

BERGUR RØNNE MOBERG -SAMRØÐA VIÐ

EINAR MÁR GUÐMUNDSSON 60

DANIIL KHARMS - NAKRIR TEKSTIR 82

BROT ÚR VIÐTAL 86

DAN BELLM – YRKING 88

AGNAR ARTÚVERTIN - GEYTIN – GREIN 90

ØSSUR JOHANNESEN - BYRTA - UMMÆLI 96

ØSSUR JOHANNESEN - EINGLASUÐ. UMMÆLI 98

AGNAR ARTÚVERTIN - MENTANAR- KAFÉ 101

18 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

NOÐRIÐ – TÍÐARINNAR RANNSÓKNARSTOVA

AR VA

HVØNN T ÝDNING HAVA EVROPEISKAR ÍMYNDIR AV FØROYUM HAVT FYRI OKKARA SJÁLVSMYND Í DAG?

Sebastian Münster. 1544-1578. Gemeine beschrei-bung aller Mittnächtigen Länder/Schweden/Gothen/Nordwegien/Deñmarck/rc

20 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Føroyingur og íslendingur. Tekning frá ferðini hjá George Clayton Atkinson (1808-1877) til Føroyar í 1833. Endamálið við ferðini var at granska náttúrusøgu.

KIM SIMONSEN

Lyndiseyðkennini á fólkinum eru soleiðis, at hóast teirra liviháttur er eyðmerktur av einfeldni, so eru tey vinalig og gestablíð.

Encyclopædia Britannica um Føroyar, 1824

Ímyndin av Norðri og av norðurlondum er broytt leiri ferðir fram gjøgnum søguna. Hetta hevur havt beinleiðis ávirkan á, hvussu onnur hava ímyndað sær føroyingar, ið fekk týdning í mun til, hvussu vit síðani mentu okkara tjóðskaparliga samleika.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 21

Men hvussu sóu evropearar t.d. Føroyar eitt nú mið-skeiðis í 19indu øld? Hví vóru føroyingar ofta ímyndaðir sum livandi í einum tíðarlumma mitt í náttúruni sum eitt eksotiskt víkingafólkaslag? Hvussu hava vit umsitið hesar ímyndir og hvussu ávirka tær okkum enn bæði innan ferðafólkalýsingar og branding?

22 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 23

T.v. Tórshavn 1900 mynd tiking av Frede-rick W. W. Howell. Frá the Fiske Icelandic Colle-ction, Rare and Manus-cript Collection, Cornell University Library. T.h. Fronsk mynd frá 1888. Frá L’Islande et l’ar-chipel des Færæer eftir Henry Labonne.

24 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Í tíðini undan upplýsingini var ímyndin av Føroyum og av føroyska samleikanum ikki serliga greið, tí alt økið var sætt sum afturstandandi og lýst sum bæði myrkt og dystopiskt. Tó vóru glottar í ímyndini av føroyingum, sum her í 1614 hjá kenda norska søgumanninum Peder Claussøn Friis (1545-1614): ”...Der boe (…) forstandige oc skickelige Folck…”.

Ímyndin av føroyingum, sum hon varð sett fram innan upplýsingar-tíðina, hevði kontrastir. Føroyingar vóru sæddir sum simplir, hetta inna vit eitt nú hjá homas Tarnovius (? 1640-1683?) og hjá Lucas Debes (1623-1675), men eisini sum ríkir og virdir, sum hjá Friis; løtt av sinni og óføra vinalig, sum hjá norska Absalon Pedersøn Beyer (1528-1575); merkisverdiga vinalig, sum hjá dananum Peter

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 25

Hansen Resen (1625-1688). Fyri at draga samanum, so var ikki hend ein krystallisering av einum tanka um tað nationala enn í hesi tíðini, hetta var enn nakað sum skuldi koma.

FÝRA ÍMYNDIR AV NORÐRI

Men fyrst er neyðugt at taka tað við, at tað eru fýra fasur av ímyndum av Norðri. Hin fyrra var ávirkað av mytuni um Ultima hule, ið er sum hon um Avalon og Atlantis. Grikkar sóu Norðurheimin sum bæði knýttan til Apollon og til hel-heim. Av hesum kemur ein tvístøða, at Norðrið bæði var eitt myrkt stað, men eisini ein staður við eydnuríkum fólkum. Hesi vóru rópt “hyperborearar,” tey vóru tríggjar metrar høg og mintu um hestar.

26 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

SAKT UM FØROYINGAR:

”Der boe rijge Folck i Færøerne/ oc forstandige oc skickelige Folck/ oc de som hid komme i Landet i deris ungdomstid/ de blifue oteste besynderlige Mænd oc Qvinder/ oc ere altid mere actede end Ørkenøerske oc Hialder …”

Peder Claussøn Friis, 1614.

”… at Indbyggerne paa Færøerne (...) har været frie fra de norske Kongers Herredømme, og været deres egen.” Thormod Torfæus, 1770.

‘At jo Færøerne har ligesaa været en Vikinge-Boelig’. Nikolay Jonge, 1779.

”Teir vóru við vissu eitt løgið harkalið”

George Clayton Atkinson, 1833.

Annars vóru føroyingar sum: ”Damur og harrar øll onnur støð”.

”Teirra óføri blíðskapur og einfalda góðsynta náttúra er eitt eykennið, saman við teirra ótrúligu óvitan um heimin uttan-fyri oyggjarnarnar.” J. Ross Browne, 1867.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 27

”…trý av teimum mest áhugaverdu londunum í hesum heimi, (…) Ísland, Grønland og Føroyar, hava hóðast alt nú eina stund hat áhugan hjá teimum sum granska fólk.” James Nicol, 1840. ”Menn og kvinnur hava ota ljóst hár og blá eygu. Erligi og arbeiðssom, soleiðis er brotsverk nærum ókend millum hesi fólk. ” Andrew James Symington, 1862.

”Eg helt tað vera eitt vakurt og poetiskt stað, men meiri jar-skotið og melankolskt enn eg kann siga frá, sjálvt í sólini millum blómur og gras ()… vit vóru inní býin sum mær dámdi væl, sjálvandi luktaði av iski, og hesum djórunum, ella partar av teimum, frá innvølum til krívdir kroppar hingu og lóu nógv støð har vit komu, men tað var einki annað rusk, húsini vóru av viði, høga reising við lítlum hvítum vindeygum, meðan veggir vóru málaðir við Stokholm tjøru, øll tak vóru lagtak og nógv avgrøði av gras við blómum vaks á nógvum av teimum ( ) …fólkini sum vit møttu vóru siðilig, glað og væl-nøgd, kvinnurnar vóru ikki vakrar, men heldur ikki anskræminligar heldur, og mennirnir vóru ota prúðir og bóru seg væl í teirra vakra búna.”

William Morris, 1871.

28 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Sjálvt um lærdir norðurlendingar royndu at broyta hesa neiligu ímynd, var lítið at gera.

Næsta fasan byrjar í 18’andu øld, har neiliga ímyndin av norður-londum fær kapping av einari meiri jaligari ímynd. Franska lærda kvinann Madamme de Staël (1766–1817) sá, at fólkini í Norðri høvdu huglog og vóru melankolsk. Triðja fasan av ímyndini hjá

Yrkingarnar hjá Ossian, utkomu seint í 18indu øld og vóru ein felagsevropeisk sensatión, seinni vísti tað seg at tær vóru ikki ”funnin” skald-skapur, ið uppruna-liga var sprottin av manna munni, men var skrivaður í samtíðini.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 29

Norðri kom tí at gerast meiri utopisk og vardi tað mesta av 19 indu øld. Ein tilbiðjan av norðurlendskari gudalæru og “frumgermanskum” søgum og skaldskapi tók seg fram um alt Evropa. Kendu hetjurnar Sjúrður og sjálvt Sigmundur og Tróndur úr Føroya Søgu gjørdust hvørsmansogn í Evropa.

TEIR UPPFUNNU VÍKINGARNIR

Í 1837 fanst t.d. orðið “víkingur” stórt sæð ikki og slett ikki sum vit kenna tað í dag, men longu í 1849 høvdu viktorianararnir skrivað meiri enn 36 bøkur um víkingar. Ferðandi fóru á pílagrímaferð til Íslands, ið varð hildið at vera sum eitt Hellas. Hvat ikki er so kent er, at ein stóru partur av hesum ferðandi eisini komu til Føroya.

Í 1837 fanst t.d. orðið “víkingur” stórt sæð ikki og slett ikki sum vit kenna tað í dag.

30 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Tað, sum bæði týsk, fronsk og ensk ferðandi høvdu við sær í skjáttuni, var ein hugmyndafrøði, sum vit rópa historicisma t.e. ein heilt serlig dyrkan av fortíðini, har hesi brúka av fortíðini til at byggja egnar tjóðir. Hetta síggja vit frá Richard Wagnersa operaum, sum t.d. “Ringurin” til J.R. Tolkiensa “Ringanna Harra”. Spakuliga koma norðurlendingar og føroyingar at síggja seg sjálvar í eygunum hjá teimum sunnanífrá, hóast spegilin mest speglaði eina víkinga ekotismu.

AT YVIRTAKA SÍNA EGNU ÍMYND

Fjórða fasan av ímyndini hjá Norðri kunnu vit kalla modernismu. Her megnaði Norður spakuliga at yvirtaka sína egnu ímynd og at gera hana til eina sjálvsmynd. Her hugsa vit ofta um endan á 19indu øld og byrjanina av 20indu øld. Stór framstig hendu innan byggilist, snið-geving og skaldskap frá Ibsen til Brandes. Enn einaferð kom heimurin at leita sær til norðurlond, men hesaferð fyri at kunna seg um eina nýggja mentan. Henda viðurkenning broytti sjálvsmyndina hjá lestu norðurlondum, ið heldur sær enn við ikonum frá LEGO, NOMA til IKEA.

Samleikar eru ikki upprunaligir, men tengdir at viðurkenning meiri enn nakað annað. Vit síggja okkum í mun til hini. Í 19indu øld varð ein serlig sjálvsmynd skapt, og í hesi sjálvsmynd spældu m.a. bók-mentir og mentan ein nýggjan leiklut. Føroyska sjálvsmyndin kom soleiðis ikki úr ongum, men var ávirkað av ímyndum, ið framkomu av føroyingum og tí føroyska. Tað gjørdist t.d. týðandi at kunna ímynda

Ovast, danska frigattin Jylland kemur framvið Munkinum í 1862. Niðast til høgru, mynd frá La Recherche ferðini I 1839. Myndin er av Hvítanesi og er gjørd av MM. Meyer. Myndin til vinstru er idyllisk mynd etir amerikanska ferðamannin J. Ross Browne, sum var her í 1867.

32 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

landið og landslagið sum nakað tjóðskaparligt, har ikonograiskir formar vórðu brúktir. Landslagsmyndir komu at tengja tjóð-skap saman við hetta at skapa ein samleika.

EKSOTISKI FØROYINGURIN

Hóast ferðandi í 19indu øld høvdu jaligar ímyndir av føroyingum, so sóu tey fólkið sum okkurt eksotisk. Her síggja vit eina gloriisering av fólkum, sum man helt livdu ósek, rein ella autentisk lív nær náttúruni.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 33

”Enn er tað soleiðis eitt, sum enn ger seg galdandi, tá DR

sendir eina sending um Føroyar, kallað Horisont í 2013, so

østi hon føroyingar, tí eitt nú Havnin ikki var við”.

Men enn var Evropa í miðjuni á modernitetinum og stóð fyri fram-burði og siðmenning, meðan onnur kundu umboða eina eldri - og kanska mista - ímynd av, hvussu alt var áðrenn modernitetin.

TAÐ EKSOTISKA ER EIN EUROSENTRISK ÍMYND

Náttúran varð eisini romantiserað, meðan ferðandi og føroyingar sjálvir høvdu eina milda ella týðuliga andstygd fyri høvuðsstaðnum Tórshavn, ið skjótt vísti tekin á modernað lív. Tað var hetta, sum ikki var samsvarandi eksotismuni hjá teimum ferðandi.

34 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Enn er tað soleiðis eitt, sum enn ger seg galdandi, tá DR sendir eina sending um Føroyar, kallað Horisont, í 2013, ið østi føroyingar, tí eitt nú Havnin ikki var við.

Skotin Robert Chambers tók til í 1856 um havnarfólk: ”…kvinnur og børn, sum lúra eftir okkum gjøgnum hurðar, eru sera ódámlig at líta at. (…)”. Lukturin av iski, deyðum hvalum í teimum smølu gøtunum í Havn. Harðbalna lívið í roykfyltum húsum í smáum bygdum gjørdi, at ferðahøvundar høvdu torført við at fóta sær sosialt mangan.

GLOYMDA LANDIÐ

Føroyar ingu eina ímynd, sum nærum er farin í gloymsku-na. Tað var henda eksotisman, ið spakuliga kom at leypa inn í

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 35

føroysku sjálvsmyndina. Enski designarin og høvundin William Morris kom t.d. til Føroya í 1871, har hann tók til: ”Eg helt tað vera (…) meiri jarskotið og melankolskt, enn eg kann siga frá ()”. Við at hálova ímyndini av tí, sum var “afturstandandi” ella “seinkað”, komu bæði Morris og tey sunnan at romantisera eina mentan av “livandi fossilum” sum livdu í vøkrum landsløgum. Tað var einamest henda ímyndin (um ikki beinleiðis frá Morris), ið fólkini í Norðri og í Føroyum komu at brúka í sínum egnu sjálvsmyndum.

Føroyska sjálvsmyndin var soleiðis skapt av at brúka eina evro-sentriska romantisering av at vera ein sokallaður tíðarlummi - eitt land ella eitt “Shire” uttanan fyri tíð og modernitet.

Soleiðis ingu Føroyar eina ímynd, ið vit kundu brúka til

Moinni í

Fyrsta ferðafólkalýsingin frá 1934, tók beinleiðis arvin upp eftir útlensk ferðandi og teirra málningar.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 37

at lokka onnur at vitja okkum við. Eksotisman gjørdist til sjálvseksotismu.

Sjálvseksotiski tankin er enn ein sterkur partur av okkara sjálvsmynd, list og mentan, kanska serliga sterk innan ferða-fólkavinnuna.

”POSTKORT FØROYAR”

Tað, sum modernaðir nation-branding-serfrøðingurar siga er, føroyskt vísir seg tí ofta meinlíkt ímyndunum, ið ferðandi í 19indu øld komu fram við, her hava tey bara sett listafólk út í náttúruna. Vit síggja enn romantiska sambandið millum ímyndina av náttúruni og samleikan hjá føroyingum. Í øðrum lýsingum siga tey Føroyar vera ”órørdar av tíðini”. Sjálvs-eksotiska ímyndin sær ósek út, men hon er eisini skaðilig fyri okkum, tí hon gøllheldur okkum sum tilafturskomin, serliga tí modernaðu Føroyar eru alt annað, viz: eitt lítið spennandi, modernað, hipt og smart land, sum hevur alt, hvat man kann droyma um av t.d. mentan, mati og rokktónleiki.

Modernaði designarin og ”goth” modellin í ellisakfari inni í ”he Shire” sum seyðahirðar.

á 1934, ftir útlensk

38 Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova

Munur er á glansmyndunum og nýggjum myndum av Føroyum. Her er tað danin Daniel Hjort, ið var í Føroyum í 2012.

Noðrið – tíðarinnar rannsóknarstova 39

”Sjálvseksotiska ímyndin sær ósek út, men hon er eisini skaðilig fyri okkum, tí hon gøllheldur okkum sum tilafturskomin, serliga tí modernaðu Føroyar eru alt annað”.

40 Um tað nýggja Sierra Leone

Droymi um fullar skjaldbøkur 41

DROYMI UM FULLAR SKJALDBØKUR

Nú luktar fruktinaftur av brennivínibrosi við tankan umat tær liggja upp og niðurskít og rugga á strondiniog eru vissar í at vendast við skjótthopa upp á hvørja skolandi aldu

eggini eru í stropa ogí morgin fara ungarnirrennandi á sjógv á besta darwinháttvið rovfuglum í hølunumhelvtin doyr, hin nær á sjógvog livir

LARISSA SJMEILO

Blaðstjórin týddi

42 Um tað nýggja Sierra Leone

UM TAÐ NÝGGJA SIERRA LEONE

- NAKRIR TANKAR UM TA NÝGGJU STØÐUNA Í EVROPA, SUM NÚ TÍVERRI ER VORÐIN ALT SJÓN-SKARI.

Nú eg ætli mær at leggja fram fyri tann føroyska lesaran ein sjáldsaman og burturtagdan geograiskan sannleika við rótum djúpt niður í okkara samfelag, seti eg bæði meg og mína familju í lívsvanda. Men tað er mær alneyðugt at gera tað til tess at byrgja fyri teirri ovurstóru korruptión, sum er fostrað av hesi lygn.Mestur kemur tað óvart á tey lestu, at navnið Sierra Leone merkir ”rundi heimur,” og at landið liggur beint við síðuna av Kuba, og at hesi bæði lond liggja á Norðpólinum. Tað er hetta, sum heimsins politikarar leingi hava dult fyri

Um tað nýggja Sierra Leone 43

fólkinum, og sum eg nú havi tikið á meg at varpa sannleikans ljós á.Tað kann sjálvandi spyrjast, hvat hetta kann brúkast til, og hví logið hevur verið um hetta, og eg má tíverri viðurkenna, at eg als ongan veg eri komin við at koma til nakra nøktandi niður-støðu hesum viðvíkjandi. Eg ætli mær tó ikki at geva skarvin yvir, men skal stríðast og berjast fyri at inna onkra meining við hesum. Tí eg veit - eg eri sikkur í - at tað innast nakrir høgir persónar, sum sita onkrastaðni og lenna tjúkt at mær og at okkum øllum.Eg legði sjálvandi fyri, tá eg fór undir hetta civila og sera loyniliga detektivarbeiði, við at royna at bera saman Afrika og Norðpólin, og tað fyrsta, ið rann mær í hug, var eyð-vitað tann ovurstóri munur á veðurløgunum. Afrika liggur sum kunnugt beint undir sólini, og er har sera heitt. Hetta veit eg av teoretiskari gransking, men tíverri ikki av royndum, tí eg havi ongantíð verið har. Eg havi heldur ongantíð verið á Norðpólinum, men eg eigi eitt systkinabarn, sum hevur búleikast á Jan Mayen í nakrar mánaðir, og kom tað sera væl við hjá mær at spyrja meg fyri hjá henni um alt tað geograiska, náttúrufrøðiliga, plantufrøðiliga og tey hóttu djórasløgini, sum eru har. Samrøðurnar vórðu havdar frá 21. oktobur 2011 til 5. novembur 2011 og eru bandaðar. Eg havi eisini skrivað alt niður.Av hesum samrøðum kemur fram, at tað innast kava-bjarnir á Jan Mayen, men at tær eru eitt sindur minni enn tær, sum eru í Grønlandi. Hvør orsøkin til hetta er, liggur enn í teir-ri akademisku óvissuni og hevur heldur onga beinleiðis ávirkan á ta politiska myrkur, sum er orsøkin til, at eg festi hesi orð á blað.Tó innast ymsar aðrar broytingar, sum kunnu fáa stóra ávirkan á ta nýggju støðuna, og hesar skal eg koma nærri inná um eina løtu.Hví varð tað hildið vera neyðugt at lúgva fyri okkum øllum um, at Sierra Leone merkir ”Leyvujallið”, tá tað í veruleikanum merkir ”Heimurin Rundi”? Hevur tað nakað við tær aldargomlu pýramidurnar í Egyptalandi ella aðrar blankar og slættar bygningar at gera? Tað er dúgliga umkjakað ivamál, hvørt pýramidurnar ikki hýsa yvirjarðligum

44 Um tað nýggja Sierra Leone

loyndarmálum, og at hetta at vera slætt ikki hevur eitthvørt tilknýti til gátur, sum koma til okkara úr rúmdini, og at hetta land, sum ikki liggur í Afrika, er sjálv høvuðsborgin hjá teim loynidómum, sum kanska leggja saman ráð um at yvirtaka heimin. Í øllum førum verða ráð løgd saman um okkurt, sum hevur við okkum øll og okkara børn og felags framtíð her á foldum at gera.

Um Sierra Leone - sum vit, til tess at royna at geva tí meiniga lesaranum hug at blanda seg uppí hetta altfevnandi svik til at ávirka, fara at umdoypa til tað meira hóskandi heitið ”Mundus Circularis” - í veruleikanum er ein basi, sum stendur fyri at rekrut-tera og spjaða sítt øðrvísi almenna huglag út yvir mannaættina alla og spakuliga broyta hana innanífrá, kunnu vit so eisini siga, at Kuba - tað nýggja Kuba, sum í veruleikanum liggur við markið á ”Mundus Circula-ris” - stendur fyri teirri politisku og samfelagsligu indoktrinering, sum skal jala tað myrkursstarv, sum hesir enn ókendu persónar, ella verur - tí vit vita ikki, um tað eru menniskjur - í loyndum fáast við?Tí tað er kanska ikki heilt óhugsandi, at hetta aspekt við tí runda landinum eisini fevnir um tann sannleika, sum í miðøldini varð sjálv-sagdur, nevniliga at heimurin er rundur og ikki til dømis latur ella fýrakantaður.

Og kanska er hetta eitt dult tekin til okkara um ta møguligu framtíð, sum spakuliga verður alin fram úr samstarvinum millum hesi enn ógreiðu og jaldu fyribrigdi, sum so leingi hava verið okkum ókend. Ella, tá Landið Runda eitur so, og tá hildið hevur verið, at hetta fyri alt í verðini mátti jalast undir øðrum navni, so hevur tað kanska heldur onkra sterka ógreinandi ávirkan, sum ikki mátti sleppa út í heimin enn, fyrr enn starvið er til reiðar.

Her kemur paradoksið og tað tvítýdda inn í hetta so ovur-honds umfatandi ivamál. Men hvat hetta er fyri starv - um starv

Um tað nýggja Sierra Leone 45

tað er - sum arbeitt verður fram ímóti, er tað, sum vit mugu inna útav, og sum eg nú havi sett skjøtul á við hesum niðurfeldu orðum í ótta og ómegd. Ja, eg livi kanska ikki leingi aftat, men eg taki mín deyða við stívan arm, tí eg óttist einki uttan sannleikan.Tað nýggja Kuba, ella beinari er at kalla tað tað veru-liga Kuba, tí tað hevur altíð verið har, men tað er tann torvmold, ið nú í langa tíð er blivin borin okkum upp í eyguni, sum hevur lokkað fyri okkum og avskapt okkara geograiska yvir-lit. Hesum skulu vit koma til lívs, ið hvat ið so krevst hartil!Hetta nýggja Kuba, sigi eg, er alt, ið bendir á ikki hevur so slætt landslag sum Runda Landið, men hevur sera nógvar høvdir, heyggjar, skráar og ójavnar líðir við nógvum grótnøvum, ið stinga framúr ymsa ójavna staðni. Og minnir tað við hesum ikki sørt um Føroyar.Hetta land - hetta landslag - er tað, sum mínar kanningar benda á er grundvøllurin undir teirri nýggju heimsskipan, sum okkum á henda hátt verður trýst niður um høvdið, antin vit vilja tað ella ei.Tú kanst ikki hava eitt púra og ónáttúrliga slætt land, slætt sum brætt silvur, og kortini halda, at eingin fer at duga at síggja tað ónormala og tilgjørda við tí, og tað vita teir, ið skipa fyri hesi heimsumfatandi umbroyting, og tískil hava teir eftir øllum at døma alið fram eitt land, sum í øllum líkist Føroyum. Tað er bara tað, at tað liggur beint við síðuna av hesi gátuføru landslagspýramidu, sum eg neyvan leypi framav við at halda uppá, at eingin av okkum nakrantíð fer at fáa atgongd inní ella bara nakra sum helst vitan um.Eg havi sum sagt gjørt nakrar náttúrukanningar við hjálp og stuðli frá mínum kæra beinasama systkinabarni, og eru vit millum annað ko-min fram til, at pingvinirnar hava broytt atburð og eru nú í øllum at líkna við fólk, at nógvur fuglur er eyðtikin í bergunum, leiri av bergu-num standa tóm, ella jøklunum eitur tað nokk, og trot er tískil eisini á eggjum. Hví tað varð hildið vera neyðugt at leggja hesi bæði lond í heitari heimspartar, er ikki minsta gáta av øllum teimum løktu

46 Um tað nýggja Sierra Leone

ivamálum, ið eru um hetta umráðandi mál. Og nú ið vit eru vorðin greið yvir hetta menniskjunnar umskifti, eiga vit at seta okkum fyri at varpa ljós á teirra innanhýsis viðurskifti.

Um vit tískil rokna við, at tað rundara landið skuldi liggja til grunds fyri tí meira knortluta (sum vit hava gjørt ta eitt sindur hastaðu niður-støðu at sett í samband við okkara føðioyggjar), hvør veit, kanska fyri at ávirka framtíðina bæði hjá okkara landi og tískil eisini hjá okkum, sum búleikast her, hava vit tá ikki algóða grund til at vissast í okkara illgrunasama lyndi, sum vit altíð hava havt, og halda uppá, at onkur ella okkurt lúrir eftir okkum og vil okkum alt ilt, í farnum øldum við at lata okkum krúpa sum nøkur skriðkykt niðri í mold fávitskunnar, og seinni kanska - ja hvør veit, hvat fer at henda seinni -?

Og hóast tað ber til, at eg í øllum fari skeivur og onga grein havi í hesum máli, so meti eg tað tó, eftir at hava sett fram hesar greiðu og óløktu hugsanir á skilvísan og samanhangandi hátt, at føroyingar (um tað eru føroyingar, sum hesin døkki meistarplanur viðvíkur; til ber eisini, at tað til dømis eru hetlendingar) standa á eggini og líta niður í sjálvt hitt ginnungagap, sum vit lesa um í fornu søgunum, og sum alt bendir á altíð høvdu ferilin av tí dapra sannleikanum, og at tað kanska var orsøkin til, at fólkið tá var so dapurskygt og melankolskt um verøldina alla.

Eg ætli mær í øllum førum í nærmastu framtíð - um lív og heilsa verður mær lagað - at geva út bók við nærri upplýsingum um pingvin-irnar og kavabjarnirnar.

Um tað nýggja Sierra Leone 47

NAKRAR KELDUR:

Bouldaine, Antoine: Jeux-jeux, Cè faulou poix (1985) Vallée de Buée

Zje-Al, Zje-zje-zje, Abbidulla: Ginge-ling, Sing-ein-Sang, heysa-upp-og-lora-nakað-væl (2091) Mieur qua Daleur

Fossajørð, Gaspar: Ein arkaeologisk-astrologisk-jungisk-stjórnmálafrøðilig ferð inn í málfrøðiliga, psykoanalytistiska, stististi-stistiska, heims-, tjóðar-, fortíðar-, framtíðar-, alt-uttan-nútíðar-, sociologistiska, tjóvs-, kritlara- og sóthesta skræpu (2013) Eingin fani tímdi at geva hana út, tíbetur, abc

BLAÐSTJÓRIN

48 Kvæði til Tvøroyri

KVÆÐI TIL TVØROYRI

Eg uppvaksin var millum neongrøn jølldygst inni í døpru Suðuroy,har ormsins rødd ýlir so drepandi snjøllog trøllini tysa úr homrunum øllog mállæran hevur jøruti føllog gav mær ta morðgírigu muru

Har trøini liva, har skógurin brølar,har máling av veggjunum rennur,og stormurin ráðharra gálgans avkølar,for hvørs lagnu teir tinglimir út venda stjølar,men vráin enn løgtingsins tænara hølar

– Oh Tvøroyri, tú í mær brennur!

BLAÐSTJÓRIN

Kvæði til Tvøroyri 49

50 Alf red Starr Hamilton

Fekk eitt gott hugskot:krita einar skógvar, fara í teirog ganga, til eg hokni.

ALFRED STARR HAMILTON

Nurduran Duman 51

FIRVALDUR

Heintaði ein dag úr lívinumog legði í lummabókleiri, uppturkaðir eru teir

eg krøkti einastaðnis í lata tínumkvinnan vil so fegin hava meiningmen innií sveima leiri hús í løgum:hagar slepst

ikki út sambært góðu árstíðunum,sum eisini eru her á lofti - sjónski himmalin

nirvana!eg tók ímóti og eg trúði,

at ein dag skuldi egskræða lummabøkurnar sundur síðu fyri síðu

NURDURAN DUMAN

ANDREW WESSELS TÝDDI

52 John Ísheim - yrkingar

HUGVEKING

Svíkjari er til falsrekst millum lokkager føroying til trælslættur er at lokka.

Samband millum ríkjaóvitar ikki skiljavelja heldur at svíkjahava ongan føroyskan vilja.

John Ísheim - yrkingar 53

Frægir fedrar fróðirvirdu gamlan siðvið móðurlandið góðir,frælsi var teirra mið.

Eg gangi teirra vegvil eisini gera tað rætta,tey fægstu skilja megvelja heldur tað lætta.

At svíkja móðurlandiðer tann størsta synd,so leingi eg andi,elski eg hvønn tind.

Vit eiga at halda samanat verja landið kæra,hómast frælsisglæman,vilt tú Føroyar æra ella særa?